Gudmund Larsen (1935-2017), ættaður úr Porkeri, løggildur el-innleggjari og stovnari av fyritøkuni.
Umframt at reka virksemi sítt var Gudmund Larsen eisini virkin í Vágs Handverksmeistarafelag í yvir 30 ár.
Hin 18. desembur 1962 fekk stállínuskipið Porkeningur TG 48 skaða á elkervið. Tað mundi sokkið við keiðina í Vági.
Fyrsta arbeiðið hjá Gudmund Larsen, sum sjálvstøðugur vinnurekandi, var at umvæla stóran part av skaðanum.
Mynd: Tórshavnar Skipasmiðja
Fyrstu lærlingarnir hjá Gudmund Larsen vóru Flemming Stenberg og Brynjálvur Dahl. Teir vórðu í læru í tíðarskeiðnum 1963-1967.
Vøruvognurin á myndini, ein brúnur Morris Minor, var fyrsti firmabilurin, ið Gudmund Larsen keypti til virkið. Frammanundan var ein motorsúkkla nýtt til at koyra út til kundarnar.